Týsdagin 9. mars, kl. 19:30 - 21:30 skipa Fróðskaparsetur Føroya og Heilsumálaráðið fyri framløgu av gransking av THS í føroyska heilsuverkinum. Framløgan verður í Sjúkrarøktarfrøðisskúlanum í J. Broncksgøtu 2.
Lektor Povl Erik Rostgård Andersen og Bjarne Rerup Schlichter frá Handelshøjskolen, Århus Universitet, eru gestafyrilestrahaldarar.
Við árslok 2010 nýta yvir 1000 starvfólk í heilsuverkinum Talgildu Heilsuskipanina. Heilsumálaráðið hevur síðan 2005 staðið fyri at ment og síðani verksett THS á sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknunum. Talan er um størstu og mest krevjandi KT-verkseting í Føroyum nakrantíð. Tvey granskingartoymi frá Århus Universitet, við viðurkendum granskarum á odda, hava eygleitt verksetingina ávikavíst ”effektirnar”. Fyrilestrarnir eru almennir og viðkomandi fyri øll, ið hava áhuga fyri gransking ella leiðslu av KT-ætlanum, bæði innan privata og almenna geiran.