Krabbameinsfelagið fegnast um, at eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini, at útvega ein nýggjan mammograf, nú er veruleiki. Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum hevur skift gamla mammografin út við ein nýggjan digitalan mammograf. Mammografur er eitt av tólunum, ið verða nýtt at kanna fyri bróstkrabba.
John Johannessen, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum, sigur, at við nýggja mammografinum er eitt stórt fet tikið móti málinum at menna tólbúnaðin í sjúkrahúsverkinum í tráð við tilmælini í Krabbameinsætlanini. Íløga er eisini gjørd í nýggjan CT-scannara, sum verðursettur upp seinni í ár saman við MR-skannaranum, sum varð latin sum gáva frá Tryggingarfelagnum. Suðuroyar Sjúkrahús hevur júst nú fingið nýggjan og framkomnan útraljóðsskannara eins og øll røntgenútgerðin í Klaksvík og í Suðuroynni er skift út við nýggja digitala tøkni.
Sambært Marius Rasmussen, leiðandi yvirlækna á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, fer hetta at broyta munandi um myndagóðskuna og veita sjúklingum skjótari og greiðari diagnostisering. Hann sigur, at hetta eisini er ein markering av, at Røntgendeildin við hesi útskifting nú arbeiðir digitalt, og at røntgenfilmar og myrkarúm fara í søguna.