Krabbameinsfelagið fegnast um, at Karsten Hansen, heilsumálaráðharri leggur fram uppskot um aldursmark fyri at selja solariumsól.
Endamálið við lógaruppskotinum er at minka um talið á krabbameinstilburðum í húðini, serstakliga móðurmerkjakrabbamein, sum er ein álvarslig sjúka.
- Tilburðir av móðurmerkjakrabbameini er eit vandamál í øllum Norðurlondum, og tey flestu hava longu 18 ára aldrusmark. Vit gleðast um, at útlit nú eru fyri, at vit fylgja hesum ráki, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.
Uppskotið setur forboð fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár, tíð í solarium. Eiheldur verður loyvt hjá svimjihøllum og øðrum almennum stovnum hjá landi ella kommunum at selja ungum undir 18 ár, tíð undir solariumsólini. Er ivi um aldurin, skulu tey ungu vísa samleikaprógv sum prógv fyri aldrinum. Lógin fevnir ikki um solariumnýtslu heima við hús til privata nýtslu.
Tað eru framvegis tey ungu, sum í mestan mun taka sól, vísir seinasta Gallupkanningin um solariumvanar hjá føroyingum, sum er frá september 2013. Av teimum, sum søgdu seg taka sól, vísti seg, at 24 % vóru í aldrinum 15-24 ár. Hetta er óbroytt síðan í 2011. Samstundis er húðin hjá børnum og ungum mest viðkvom fyri ultaviolettu strálunum, sum eru í solarium og sól.
Í mun til fyrru lógaruppskotini verður hesa ferð ikki forboðið við ómannaðum sólstøðum. Hetta verður mett at vera óheppið í Krabbameinsfelagnum:
- Tá talan er um til dømis tubbak ella rúsdekka, har vit eisini hava 18 ára aldursmark fyri at verja tey ungu, ber ikki til at selja í automatum. Tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við keyparanum. Tað sama ger seg galdandi við solariumsól. Hetta meta vit vera ein veikleika við lógaruppskotinum. Sjálvandi er tað ein sigur, at vit fáa formligt aldursmark, og tað er eitt týðandi signalvirði í tí, tí hetta ger tað greitt fyri millum onnur foreldur, at tað veruliga er ein vandi í solarium, metir Jákup N. Olsen.
Verður lógin samtykt, kemur hon í gildi hin 1. juni 2015.