Framyvir verða koronatølini dagførd um middagsleitið og ikki um morgunin, sum tey hava verið higartil.
Hetta merkir, at samlaðu hagtølini yvir smittu, frísk, sóttarhald, kanningar, innløgd og deyð verða dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og www.corona.fo um middagsleitið.
Næstu ferð nýggj koronatøl verða almannakunngjørd, verður í morgin um middagsleitið.