Landslæknin hevur í dag staðfest, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19. Børn teirra ganga á Glasi, einum fólkaskúla og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu. Tá ið Landslæknin ikki enn er greiður yvir, hvaðani smittan stavar, og um hon spjatt seg, hevur ein bólkur undir Mentamálaráðum í dag gjørt ta niðurstøðu, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum eiga at verða kannað fyri koronasmittu í dag, sunnudag, og so aftur mikudagin. Øll tey kannaðu eiga at vera við hús, til onnur kanningin mikudagin er negativ. Nærri boð koma frá stovnunum beinleiðis til teirra, sum skulu koma til kanningar.