31.08.2021 · Heilsumálaráðið

Koronalinjan leggur hornið á

Koronalinjan leggur hornið á

Eftir góð 34.000 uppkall og 3.000 telefontímum seinastu 18 mánaðirnar heldur Koronalinjan uppat kl. 15 í dag.

Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina, komið er langt við koppsetingarátakinum, og vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur. Tí er eisini avgjørt, at frá í morgin, 1. september 2021, heldur virksemið á Koronalinjuni uppat, og fer Koronalinjan ikki at svara uppkallum longur. 

www.corona.fo

Koronalinjan verður niðurløgd, men heimasíðan www.corona.fo er framvegis virkin við viðkomandi upplýsingum og kunning. Eisini er møguligt at bóka tíð til koronukanning og koppseting fyri COVID-19 á www.corona.fo.