Nú vísir tað seg, at væl minni av koronuvaksinu enn væntað verður tøk hjá føroyska heilsuverkinum í fyrstu syftu. Avgerð er tí tikin um at bíða nakrar dagar við fyrsta umfarinum av koppsetingum fyri koronu. Fyrstu koppsetingarnar verða tó sannlíkt longu ein av fyrstu døgunum í nýggja árinum
Tað er nú greitt, at væl minni av koronuvaksinu verður tøk hjá føroyska heilsuverkinum til fyrsta koppsetingarumfarið enn teir umleið 4.800 skamtirnir, sum tað upprunaliga var roknað við skuldu koma til Føroyar annan jóladag. Men allir teir 4.800 skamtirnir fara at koma til Føroyar komandi vikurnar.
Orsøkin er, at Danmark saman við restini av ES fær nógv færri skamtir av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech enn væntað. Føroyar fáa sín part úr Danmark, og tí minkar føroyski luturin eisini samsvarandi.
Í Danmark vænta tey enn at fáa vaksinuna annan jóladag, tó at tað ikki longur er púra vist heldur. Hinvegin er tað vist, at Danmark fær eitt sindur færri enn 10.000 skamtir í fyrstu syftu.
Føroyar eru tryggjaðar rætt til beint undir eitt prosent av donsku skamtunum. Tað merkir, at føroyska heilsuverkið bara hevði kunnað fingið 70-80 vaksinuskamtir annan jóladag, um vaksinan er tøk tá – ella nóg mikið til at koppseta 35-40 fólk, tí koppsetast skal tvær ferðir við trimum vikum ímillum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørdi tí í gjár av ikki at biðja um hesar skamtirnar, men heldur bíða í nakrar dagar, til tað ber til at fáa fatur í eini størri nøgd av vaksinu.
Avgerðin var tikin eftir tilmæli frá Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, Tummasi í Garði, varastjóra í Sjúkrahúsverkinum, og Lars Fodgaard Møller, landslækna. Hesir høvdu fund, eftir at Statens Seruminstitut, ið stendur fyri at býta vaksinuna út, hevði kunnað landsapotekaran um støðuna.
Í tilmælinum verður dentur lagdur á, at tað er týdningarmikið, at tað altíð verður tryggjað, at tveir skamtir eru til hvørt fólk, sum skal koppsetast. Tað merkir, at tá eitt fólk er koppsett einaferð, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni. Tí tað er hóast alt so mikið stór óvissa enn um, hvussu nógv vaksina fæst til landið og hvussu ofta, at tað ikki verður hildið at vera ráðiligt bara at brúka allar skamtirnar í einari sending beinanvegin og so dúva upp á, at næsta sending verður tøk tríggjar vikur seinni, tá somu fólk skulu koppsetast fyri aðru ferð.
Nú byrjar koppsetingin so nakrar dagar seinni enn ætlað, men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur tó ikki, at nakrir dagar til ella frá eru so avgerðandi í hesum førinum.
Vit høvdu væntað at fingið fleiri skamtir, so koppsetingin gekk skjótari, tá vaksinan einaferð var her. Men nú, tá vaksinunøgdin verður so avmarkað í fyrstu syftu, síggi eg onga grund til at skunda nakrar fáar skamtir hendavegin við vanda fyri, at teir fara fyri skeytið, bara fyri at kunna byrja koppsetingina nakrar fáar dagar fyrr. Vit eiga eisini at minnast til, at fyri bara fáum vikum síðani, roknaðu tey flestu við, at vit skuldu eitt fitt petti inn í 2021, áðrenn vit yvirhøvur høvdu nakra vaksinu. Sæð í tí ljósinum eiga vit sanniliga enn at fegnast um, at koppsetingin stendur í durinum, tó at fyrstu prikini verða nakrar fáar dagar seinni, enn vit hildu í seinastu viku”, sigur landsstýrismaðurin.