Nú verða ferðandi ikki longur kannað við komu til Føroya. Tað merkir, at onkur smittaður fer at sleppa ígjøgnum, og tá kann korona serliga fara at taka dik á seg ímillum ókoppsett fólk. Tað eru serliga yngri fólk, sum ikki eru koppsett enn
Nú fólk ikki longur skulu kannast fyri koronusmittu við komu til Føroya, er sannlíkt at smittan í størri mun enn áður, fer at breiða seg ímillum ókoppsettar føroyingar. Tí er tað nú meira umráðandi enn nakrantíð, at fólk lata seg koppseta.
Hagtølini yvir koronukanningarnar, sum eru gjørdar á flogvøllinum seinastu tíðina, vísa, at smittutilburðir javnt og samt hava verið funnir har. Teir eru fáir, men tó nakrir um vikuna. Nú eru ongar kravdar kanningar at fanga hesar tilburðir við landamarkið. Í staðin verður mælt til, at ferðandi lata seg kanna tveir dagar eftir komu til Føroya.
Fleiri enn 90 prosent av øllum føroyingum eldri enn 55 ár eru liðugt koppsettir, og út ímóti 90 prosent í aldursbólkinum 45-54 ár. Men ímillum tey yngru ættarliðini gongur tað trekari at lata seg koppseta.
Serliga eru tað tey í aldursbólkinum 25-34 ár, sum eru óvard ímóti koronusmittuni. 77 prosent av teimum hava fingið fyrra prikið, og 69 prosent eru liðugt koppsett. 79 prosent av teimum í aldursbólkinum 35-44 ár hava fingið fyrra prikið og 73 prosent eisini tað seinna. Av teimum 16-25 ára gomlu hava 82 prosent fingið fyrra prikið, og 75 prosent eru liðugt koppsett. Koppsetingin av teimum 12-15 ára gomlu er stutt síðan byrjað, og her skulu foreldrini eisini geva sítt samtykki. 23 prosent í hesum aldursbólkinum hava fingið fyrra prikið, og nøkur fá hava eisini fingið seinna prikið.
Royndir í londunum rundan um okkum, eitt nú í Danmark og Noregi, vísa eisini, at tað nú er í teimum yngru ættarliðunum, at koronusmittan breiðir seg. Í Danmark tosa heilsumyndugleikarnir um eina veruliga farsótt ímillum tey ókoppsettu ungu, og eisini í Noregi breiðir smittan seg skjótt ímillum tey ungu.
Tað sæst eisini aftur í innleggingunum í hesum báðum londunum, har tað nú í alsamt størri mun eru ung fólk og fólk í bestu árum, sum verða løgd inn á sjúkrahús við álvarsligum sjúkuteknum.
Tað ber til at bíleggja tíð til koppseting á corona.fo.
COVID-19 Koppsetingarbólkurin