Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat. Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda
Nú er meira enn helmingurin av øllum tí føroyska fólkinum koppsettur. Verður bara hugt at teimum vaksnu, tað er teimum, sum hava fylt 16 ár, er prosenttalið sjálvsagt væl hægri.
Í seinastuni hevur stundum verið at hoyrt, at tað gongur seinni at koppseta í Føroyum nú. Tað er partvíst rætt, men tað er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, tí koppsetingargongdin í Føroyum líkist henni í londunum rundan um okkum. Har fór ferðin á koppsetingini eisini niður, tá komið var til teir yngru aldursbólkarnar.
Koppsetingarbólkurin mælir tó staðiliga til, at tey, ið ikki enn eru koppsett ella bara hava fingið fyrra prikið, halda seg framat.
Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar.
Hetta til ólavsøku er opið fyri koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum soleiðis:
- Landssjúkrahúsið 23., 25., 26. og 27. juli
- Klaksvíkar Sjúkrahús 26. og 27. juli
- Suðuroyar Sjúkrahús 26. juli
Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, leggur tó dent á, at tað sanniliga eisini er skilagott at lata seg koppseta av øðrum orsøkum enn bara fyri at sleppa á ólavsøku og generelt fáa størri frælsi. Ikki minst hevur tað týdning fyri alla fjøldina, at vit røkka flokkimmuniteti – tað er, at so nógv fólk eru koppsett, at sjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.
Landslæknin vísir á, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, ið er tað, sum verður brúkt í Føroyum, eisini verjir væl ímóti tí sera illa smittandi sonevnda delta-frábrigdinum av Covid-19.
COVID-19 koppsetingarbólkurin