Koppingarætlanin varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í dag.
Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum í morgin, hósdagin 17. desember kl. 10, har fyrsti partur í koppingarætlanini fyri Føroyar verður almannakunngjørdur. Á tíðindafundinum luttaka Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Hjalti Gunnarstein, landsapotekari og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Koppingarætlanin er eitt fakligt tilmæli, har støða er tikin til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast, hvar koppsetingin skal fara fram, umframt praktisk og skipanarlig viðurskifti í sambandi við koppsetingina.
Koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum. Hetta merkir, at tað ikki er møguligt at bjóða øllum føroyingum koppseting fyri COVID-19 í senn. Tí verður koppingarætlanin býtt upp í partar eftir, nær koppingarevnini koma til Føroya.
Koppingarætlanin, sum er handað landsstýrismanninum í dag, er fyrsti partur av koppingarætlanini fyri Føroyar, sum tekur støði í fyrstu nøgdunum av koppingarevni, sum koma til Føroya i næstum.
Í oktober í ár setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk at orða koppingarætlanina fyri Føroyar. Í arbeiðsbólkinum eru viðkomandi fakfólk og myndugleikapersónar. Hesi manna bólkin:
Lars Fodgaard Møller – landslækni og formaður í arbeiðsbólkinum,
Hjalti Gunnarstein – landsapotekari,
Tummas í Garði – varastjóri í Sjúkrahúsverkinum,
Lena Lambaa – smittuverjufrøðingur,
Djóni S. Joensen – kommunulækni,
Katrin Gaard – fulltrúi í Heilsumálaráðnum og
Irena Nolsø – fulltrúi í Heilsumálaráðnum.