Lógaruppskotið "Uppskot til løgtingslóg um val til kommunur" er sent í almenna hoyring. Freistin at gera viðmerkingar er 4. mars 2016.
Í fleiri ár hevur tørvur verið at dagføra lóggávuna. Endamálið við uppskotinum er, at:
Dagføra kommunuvallógina,
Áseta minstakravið til stødd á valstøðum,
Víðka rættin til at atkvøða við brævi
Veljari á útoyggj rætt til at brævatkvøða á oyggini
Rættur hjá veljara, ið tørvar hjálp, sjálvur at tilnevna annan hjálparan
Heimila kommununum at nýta teldutøkar vallistar
Áseta sama uppgerðarhátt sum í løgtingsvallógini, (hátturin við størsta brøki)
Skotið verður upp, at áseta at í øllum kommunum er minst eitt valstað, og at heimila kommunum at býta valstøð upp, um hvørt av uppbýttu valstøðunum hevur minst 100 veljarar. Í dag kann spurnartekin setast við, um grundleggjandi rætturin til at atkvøða loyniligt, er tryggjaður í galdandi vallógum.
Skotið verður eisini upp at víðka rættin at greiða brævatkvøðu, soleiðis at ein og hvør, sum vil greiða brævatkvøðu kann gera tað, uttan mun til um tað ber til at møta á valstaðnum valdagin ella ikki. Skotið verður eisini upp, at brævatkvøður telja við, um tær eru komnar á valstaðið áðrenn atkvøðugreiðslan er endað.
Skotið verður upp at veljari, sum býr á útoyggj, sum ikki hevur sjálvstøðugt valstað, kann brævatkvøða á oynni. Og at henda brævatkvøðugreiðsla kann eisini fara fram valdagin, um ikki samferðslumøguleikar ella veðurlíkindi forða hesum. Fyri valstøð, sum verða niðurløgd tí tey ikki lúka minsta kravið fyri tali av veljarum, verður skotið upp, at kommunustýrið kann gera av at skipa fyri brævatkvøðing á staðnum. Henda brævatkvøðugreiðsla eisini kann tá eisini fara fram valdagin, um ikki samferðslumøguleikar ella veðurlíkindi forða hesum.
Rætturin hjá teimum, sum tørva hjálp verður víðkaður til at tey sjálvi kunnu velja annað hjálparfólki, um tey vilja tað.
Skotið verður upp at kommunur sjálvar kunnu avgera at nýta teldutøkar vallistar.
Ummælisfreistin er fríggjadagin 4. mars 2016.
Tvey fylgiskjøl eru viðfest: Eitt upprit um at áseta stødd av valstøðum og eitt, sum vísir veljarar býttir á valstøð við vaksandi minsta tali av veljarum. Sí lógaruppskot og fylgiskjøl her
Almennur hoyringsfundur verður 17. februar 2016, kl. 9:30 til 12:00. Tey ið koma, verða biðin um at siga frá á himr@himr.fo .
Eru ivamál, sum eru knýtt at lógaruppskotunum ella øðrum tilfari, sum nú verður sent til ummælis, ber til at venda sær til: Hilmar Høgenni, hilmarh@amr.fo , tlf. 558090