Sten Larsen er í dag settur sum nýggjur kommunulækni í Tórshavn. Sten hevur virkað sum kommunulækni farnu 18 árini, og tey síðstu ellivu árini hevur hann verið á læknamiðstøðini í Kollafirði.
Sten Larsen kemur í starvið hjá Jaspur Petersen, sum herfyri fór í kommunulæknastarv í Klaksvík. Í fleiri ár hevur trot verið á føstum kommunulæknum í Klaksvík, men nú er læknamiðstøðin mannað við trimum læknum, harav tveir eru í føstum starvi.
Kommunulæknaskipanin í Føroyum er fyri stórum avbjóðingum, og í løtuni eru bert 20 av teimum 32 normeraðu størvunum sett. Harafturat er helvtin av kommunulæknunum, sum eru í starvi, oman fyri 60 ár. Neyðugt er tí við stórari tilgongd av læknum, um ikki skipanin skal detta niðurfyri.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum setti tí í fjør veruliga ferð á útbúgvingina av serlæknum í almen medisin - kommunulæknum. Tvey nýggj byrjaðu útbúgvingina í vár og trý byrjaðu 1. september, so í løtuni eru tilsamans 10 fólk í útbúgvingarskipanini at gerast kommunulæknar.
Tann 31. august í ár varð Arnhold Olavsson Jensen liðugur sum serlækni í almen medisin, og komandi vár hava tveir kommunulæknar afturat lokið útbúgving sína.
10. læknin í Tórshavn
Góða tilgongdin av nýggjum kommunulæknum letur upp fyri, at fleiri av ósettu størvunum verða sett komandi árini. Serliga í Suðurstreymoyar læknadømi er tørvurin á kommunulæknum stórur, og tí ætlar Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður at seta seg í samband við Tórshavnar býráð, fyri at fáa til vega fleiri viðtaluhølir, so møguleiki verður at seta fleiri kommunulæknar í høvuðsstaðnum.