Árliga fólkaheilsurenningin verður kring landið um vikuskiftið. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna.
“Eg fegnist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið. Við at skipa fyri fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hetta er 8. árið á rað at skipað verður fyri fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Seinastu árini hava fleiri enn 4.000 fólk við, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár.
Í áru eru tað ymisk feløg kring landið, sum skipað fyri:
• Havn
o Bragdið, Tórshavnar kommuna og SMS skipa fyri tiltakinum. Tiltakið nevnist Gakk og renn (hetta nevndist fyrr Fólkaheilsurenningin). Tiltakið verður skipað samstundis sum Tórshavn Marathon.
o Tiltakið verður sunnudagin kl. 13:00
o Byrjað verður við SMS
o Tilmelding: www.athletics.fo
• Runavík
o Tiltakið verður leygardagin
o Byrjað verður við rennikapping fyri børn kl. 11.30. Umleið kl. 12.15 verður so heilsurenning fyri øll, ið hava hug.
o Byrjað verður á fótbóltsvøllinum við Løkin og við ítróttarhøllina í Runavík
o Tilmelding í teltinum
• Oyndarfirði
o Hetta er fyrstu ferð, at Fólkaheilsurenning er í Oyndarfirði
o Tiltakið verður leygardagin kl. 14:00
o Byrjað verður við skúlan
• Klaksvík
o Tiltakið verður leygardagin kl. 14:00
o Byrjað verður við Intersport
• Suðuroy
o Tiltakið verður á Tvøroyri
o Tiltakið byrjar sunnudagin kl. 13:00
o Byrjað verður við Trongisvágs skúla
• Sandavágur
o Tiltakið nevnist Fjallarenning niðan á Húsafelli
o Tiltakið verður leygardagin kl. 15:00
o SÍF skipar fyri
Fólkaheilsurenningin er fyri øll. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna, ganga ella grulva teinin. Tað, sum tað ræður um er at vera við.