28.06.2011 · Heilsumálaráðið

Kjartan Mohr nýggjur landsapotekari

Kjartan Mohr nýggjur landsapotekari

John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at seta Kjartan Mohr í starv sum landsapotekari.

Kjartan Mohr hevur drúgvar starvsroyndir innan apoteksverkið. Hann er 56 ára gamal og útbúgvin farmaseutur í 1981.

Kjartan Mohr hevur starvast á Tjaldurs Apoteki síðan 1981. Fyrstu árini sum deildarleiðari á eftirlitsdeildini og síðan 1988 sum deildarleiðari á framleiðsludeildini.

Nýggi landsapotekarin tekur við starvinum 1. august.