Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp, nýggjur limur í Etiska ráðnum
Sum áður boðað frá, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, valt nýtt Etiskt Ráð, sum tekur við tann 1. oktober 2022.
Eftir at ein av limunum í Etiska ráðnum, sum var endurvald, hevur boðað frá, at viðkomandi ikki ynskir at halda fram, er ein nýggjur limur valdur í ráðið í staðin.
Talan er í hesum føri um ein lim, sum landsstýrismaðurin tilnevnur, og har tað í serligu viðmerkingunum til § 6 í lógini er útgreinað, hvussu hesin limur eigur at veljast:
“Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð innan heilsuøkið. Mett verður, at tað er neyðugt at hava eitt heilsustarvsfólk við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum”.
Í samsvar við omanfyrinevndu serligu viðmerkingar til lógina, hevur landsstýrismaðurin tilnevnt Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum lim í Etiska ráðnum.