Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur sett Sjúklingaráðið av nýggjum. Ráðið hevur skipað seg og Jákup N. Olsen heldur fram sum formaður. Maud Benjardøgg er næstforkvinna.
Nýtt Sjúklingaráð verður valt eftir hvørt løgtingsval. Samsvarandi kunngerðini um sjúklingarráð hevur landsstýrismaðurin mannað ráðið við níggju limum út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.
Sjúklingaráðið er valt við støði í uppskotum frá sjúklingafeløgum og áhugabólkum. Limirnir í Sjúklingaráðnum eru:
• Jákup N. Olsen, Tórshavn, formaður
• Kristianna Rein, Tórshavn
• Trúgvi Jacobsen, Tórshavn
• Agnar á Dul, Klaksvík
• Jógvan Vágsheyg, Klaksvík
• Jóna Skorheim, Klaksvík
• Maud Benjardøgg, Vágur, næstforkvinna
• Asta Mortensen, Øravík
• Jeanna í Lágabø, Vágur
Uppgávan hjá Sjúklingaráðnum er at verða ráðgevandi hjá landsstýrismanninum í málum um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.