Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur valt nýggja Visitasjónsnevnd. Fýra nýggir limir eru í nevndini, sum er soleiðis mannað:
• Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum (formaður),
• Korosh Taheri, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
• Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar sjúkrahúsi,
• Malan Holm, yvirlækni á Skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum,
• Bjarni á Steig, yvirlækni á Heiliráðsdeildini á Landssjúkrahúsinum,
• Thyra Thorsteinsson, fyristøðukvinna á Suðuroyar sjúkrahúsi,
• Hergerð Heldarskarð, leiðari fyri Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum og
• Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.
Uppgávan hjá nevndini er millum annað at orða leiðreglur í sambandi við visitasjón av sjúklingum uttanlands og ávísing av fylgjarum. Eisini skal nevndin fylgja við nýtsluni á viðgerðarstovnum, gera tilmæli til landsstýrismannin um at taka viðgerðir heim, umframt at flyta viðgerðir úr Føroyum til viðgerðarstovn uttanlands.
Visitasjónsnevndin er skipað og virkar sambært kunngerðini um visitasjónsnevnd. Í desember 2012 varð kunngerðin broytt, tá eitt nú talið av limum varð víðkað úr sjey í átta limir. Nevndin er nú mannað samsvarandi broyttu kunngerðini.
Nýggja nevndin hevur sín fyrsta fund í 21. mai 2013.