Karsten Hansen er nýggjur landsstýrismaður í heilsumálum. Tað boðaði løgmaður frá fyri løtu síðan.
Karsten Hansen er 67 ára gamal. Hann er útbúgvin løgreglumaður. Áður hevur hann starvast sum sjómaður, handilsmaður, løgreglumaður, støðleiðari og sýslumaður
Nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum varð fyrstu ferð valdur á løgting í 2004. Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum 1998-2004 og aftur í 2008. Undan tí var Karsten Hansen býráðslimur í Klaksvíkar kommunu 1989-1998.