Í vikuni sendir Heilsumálaráðið út brøv til fleiri enn 40 áhugabólkar og fakfeløg, sum verða boðin á fund við landsstýrismannin at umrøða nýggju heilsunýskipanina.
Endamálið við fundarrøðini er at fáa ítøkilig íkast til arbeiðið við heilsunýskipan, sum er farið av bakkastokki í Heilsumálaráðnum. Kjølurin í nýskipanin er, at føroyingar skulu síggja føroyska heilsuverkið sum eitt samanhangandi heilsuverk, sum altíð setur borgaran í miðdepilin.
Í viðmerking sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum:
- Fyri at siga tað einfalt, so snýr nýskipanin seg um fyribyrging, fyribyrging og aftur fyribyrging. Vit skulu vera nógv betri til at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk í heila tikið. Tá fólk kortini gerast sjúk, skulu vit við røttu viðgerðini til røttu tíð fyribyrgja, at fólk gerast so illa fyri, at tey noyðast á sjúkrahús. Og í triðja lagi, skulu vit fyribyrgja, at tey, ið verða noydd at fáa viðgerð á sjúkrahúsinum, ikki vera innløgd aftur eftir lidna viðger. Landsstýrismaðurin leggur aftrat:
- Fyri at røkka málunum, verður neyðugt at hugsa øðrvísi. Tá vit ynskja at veita røttu viðgerðina, á røttum stað til røttu tíð, so merkir tað møguliga, at tænastur, sum í dag eru á sjúkrahúsunum, frameftir verða veittar hjá kommunulækna, tí tað er tættari borgaranum.
Ikki ein forkromað heildarloysn
Um miðjan juni fer landsstýrismaðurin at umrøða heilsunýskipanina við fleiri enn 40 áhugabólkar, fakfeløg og onnur. Á fundunum fáa bólkarnir høvið til at greiða landsstýrismanninum frá tí, ið tey meta vera av størsta týdningi, fyri at røkka málunum í nýskipanini. Í september verður nýskipanin løgd til politiska viðgerð, tá aðalorðaskifti verður í Løgtinginum.
- Eg havi frá byrjan sagt, at heilsunýskipanin er eingin forkromað heildarloysn úr Heilsumálaráðnum. Fyritreytin fyri, at arbeiðið skal eydnast er, at fólk, sum kenna til og arbeiða í heilsuverkinum, fáa høvi at skifta orð um ætlanirnar og harvið gera sína ávirkan galdandi, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Almenna hoyring um heilsunýskipanina
Samstundis sum brøv fara út til áhugabólkar, fakfeløg og onnur, verða eisini onnur boðin at gera sínar viðmerkingar til heilsunýskipan. Myndugleikar og stovnar, sum hava samband við heilsuverkið, verða boðin at gera sínar viðmerkingar. Eisini onnur áhuga fáa henda møguleikan.
Í næstum verður nevniliga møguligt hjá øllum at skriva sínar viðmerkingar um heilsunýskipanin á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Nærri kunning um almennu hoyringina verða at frætta seinni.