22.10.2012 · Heilsumálaráðið

Karsten Hansen sett arbeiðsbólk at orða nýggja diabetesheildarætlan fyri Føroyar

Karsten Hansen sett arbeiðsbólk at orða nýggja diabetesheildarætlan fyri Føroyar

Ætlanin við eini nýggjari diabetesheildarætlan er serliga at leggja herðslu á fyribyrging, so tey, ið hava fingið staðfest týpu 2 diabetes kunnu hava eitt so gott lív við sjúkuni, sum til ber

Stórar samfelagsbroytingar í londunum kring okkum hava havt við sær broyttar vanar bæði innan kost og rørslu, sum í stóran mun hava ávirkað heilsuna hjá borgarunum. Hesar broytingar síggjast eisini aftur her heima í Føroyum, har talið á teimum er nógv vaksandi, ið fáa kroniskar sjúkur, millum aðrar sjúkur týpu 2 diabetes.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av, at nýggj diabetesheildarætlan verður gjørd fyri Føroyar. Í hesum sambandi hevur hann sett ein arbeiðsbólk og ein fylgibólk at mynda ætlanina. Í viðmerking sigur landsstýrismaðurin:

- Tíðin er nú búgvin til, at ein nýggj diabetesheildarætlan verður skrivað fyri Føroyar. Verandi diabetesheildarætlan frá 2003 var eitt gjøgnumbrot fyri diabetessjúklingar við tað, at leiðreglur vórðu settar innan diabetessjúkuna í Føroyum.

Landsstýrismaðurin hevur ta áskoðan, at arbeitt eigur at verða miðvíst við eini tilgongd, har fólk við kroniskum sjúkum so sum diabetes týpu 2 verða lærd upp í eginumsorgan - Self Care. Hesi eiga at fáa møguleika fyri at læra at taka ábyrgd av egnari heilsu.

Ætlanin við eini nýggjari diabetesheildarætlan er serliga at leggja herðslu á fyribyrging, so tey, ið hava fingið staðfest týpu 2 diabetes kunnu hava eitt so gott lív við sjúkuni, sum til ber. Serliga verður hugsað um at byrgja uppfyri, at fólk við týpu 2 diabetes fáa fylgisjúkur. Tí verður dentur lagdur á, at kunnað verður um týdningin av røttum kosti, støðugari rørslu og harvið trivnað í gerandisdegnum.

Í arbeiðsbólkinum sita:

• Kristiana Rein, umboðandi Diabetesfelag Føroya
• Jens Andreasen, umboðandi diabetessjúklingar
• Dánjal Petur Højgaard, umboðandi Læknafelag Føroya
• Steen Larsen, umboðandi Kommunulæknafelag Føroya
• Durid Johannesen, umboðandi diabetesambulatoriið, Klaksvíkar Sjúkrahús
• May-Britt S. Jacobsen, umboðandi Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
• Mariann Patursson, umboðandi kostráðgeving, Landssjúkrahúsið
• Kristianna Larsen á Lofti, samskipari, Heilsumálaráðið

Mynd:
Arbeiðsbólkurin saman við Karsten Hansen, landsstýrismanni: Kristiana Rein, Durid Johannesen, May-Britt S. Jacobsen, Mariann Patursson, Jens Andreasen, Dánjal Petur Højgaard, Kristianna L. á Lofti (Steen Larsen vantar á myndini).