Burðardygg vælferð var evnið fyri kjakfund, tá norðurlendsku ráðharrarnir í almanna- og heilsumálum hittust í Bergen
Ungdómsarbeiðsloysi, gongdin við fleiri eldri og stórur vøkstur av lívstílssjúkum seta tey norðurlendsku almanna- og heilsuverkini undir ógvusligt trýst komandi árini. Annika Olsen og Karsten Hansen skiftu orð við sínar norðurlendsku starvsfelagar um, hvussu tey í felag kunnu loysa hesar avbjóðingar og tryggja burðardygga vælferð, tá ið tey hittust í Bergen mánadagin og týsdagin.
- Ungdómsarbeiðsloysi er ein av teimum størstu avbjóðingunum í løtuni. Teir norðurlendsku ráðharrarnir søgdu, tá skjøtul varð settur á verkætlanina, “Inkludering af udsatte unge i arbejdsliv og uddannelse”, at tey ynsktu at samstarva á økinum. At hjálpa hvørjum øðrum at finna loysnir fyri, hvussu tey ungu kunnu fáa fótafesti innan útbúgving og á arbeiðsmarknaðinum og soleiðis økja um samstarvið landanna millum.
Orðaskiftið snúði seg eisini um stóru avbjóðingarnar at varðveita eitt vælvirkandi heilsuverk, sum er undir støðugum trýsti vegna broytingarnar í fólkasamansetingini og vaksandi tørvinum á viðgerðum fyri lívsstílssjúkum sum diabetes 2.
Fyri at varðveita eina burðardygga vælferð og heilsu í Norðurlondum, samtyktu ráðharrarnir málini fyri eina nýggja ætlan, sum setur fokus á sosiala trygd á arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis vilja ráðharrarnir fremja eitt miðvíst átak fyri fyribyrging í heilsuverkinum.