Kaj Leo Holm Johannesen ynskir at fáa Føroyar av reyða listanum hjá Noregi
Kaj Leo Holm Johannesen hevur á fundi í dag heitt á norska heilsumálaráðharran um at taka Føroyar av reyða listanum hjá Noregi.
Í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið á fundi við norðurlendsku heilsumálaráðharrunum. Á fundinum kunnaðu heilsumálaráðharrarnir um støðuna við korona, og hvussu londini bera seg at við at lata samfeløgini upp aftur.
Á fundinum kunnaði Kaj Leo Holm Johannesen um, at tað er ein trupulleiki hjá føroyingum, sum starvast í Noregi, at Føroyar standa á reyða listanum. Kaj Leo Holm Johannesen vendi sær tí beinleiðis til norska heilsumálaráðharran við eini áheitan um at taka Føroyar av reyða listanum hjá Noregi. “At Føroyar eru á hesum listanum ger tað óneyðuga tvørligt hjá okkara sjófólki og øðrum føroyingum, sum arbeiða í Noregi” sigur sigur Kaj Leo Holm Johannesen.