22.11.2019 · Heilsumálaráðið

Kaj Leo Holm Johannesen vitjar Suðuroyar sjúkrahús

Kaj Leo Holm Johannesen vitjar Suðuroyar sjúkrahús

Í gjár vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Suðuroya sjúkrahús. Hetta er í sambandi við, at landsstýrismaðurin, sum nýliga er settur við heilsumálum, hevur vitjað stovnarnar undir ráðnum.

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið á stovninum, sum er ein vælútgjørdur stovnur við millum annað somatiskari deild, skurðdeild, pínuklinikk, rannsóknarstovu og røntgen. Harafturat varð kunnað um kommunulæknabygningin og annað virksemi.

Heilsumálaráðið