11.11.2019 · Heilsumálaráðið

Kaj Leo Holm Johannesen hevur vitjað á Apoteksverkinum

Kaj Leo Holm Johannesen hevur vitjað á Apoteksverkinum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag vitjað á Apoteksverkinum. Vitjanin byrjaði við, at Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, greiddi frá um virksemið í Apoteksverkinum og um menningina innan økið seinnu árini.  

Síðani vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen framleiðsluapotekið og fekk eina kunning um, hvønn heilivág tey framleiða, og tann týdning hetta hevur fyri føroyska samfelagið.  

Eftir hetta vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen á Tjaldurs Apoteki, har Petur Oluf Joensen, apotekari, tók ímóti. Hann greiddi frá virkseminum har, og um hvussu tey støðugt laga seg til broytta tørvin hjá økta talinum á viðskiftafólkum. Somuleiðis kunnaði hann um, hvussu tey arbeiða við at dygdarmenna veitingarnar í Apoteksverkinum. 

Kaj Leo Holm Johannesen er sera glaður fyri vitjanina á Apoteksverkinum. “Apoteksverkið hevur ein sera týdningarmiklan leiklut í føroyska samfelagnum, tá tað snýr seg um heilsu og heilsufremjan. Vit hava eina góða skipan, sum vit støðugt eiga at menna,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

 

Heilsumálaráðið