Fyri løtu síðani var hátíðarhald í Perluni, sum Sinnisbati skipaði fyri á árliga Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktober.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, handaði ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020 og helt eina røðu, har hann millum annað segði:
Fyri tykkum, ið hava sálarligar avbjóðingar, ger tað stóran mun bara at fáa eitt gott og upplyftandi orð við á vegnum. Hetta hava vit øll brúk fyri, men serliga tit, ið frammanundan føla tykkum at hava eina tunga byrðu at bera
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur, fekk ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020.
Les alla røðuna her