22.11.2019 · Heilsumálaráðið

Kaj Leo Holm Johannesen á fundi við Alzheimerfelagið

Kaj Leo Holm Johannesen á fundi við Alzheimerfelagið

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var í síðstu viku á fundi við umboð frá Alzheimerfelagnum, har tey greiddu frá um raðfestingarnar á demensøkinum.

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið hjá felagnum, og hvørjar avbjóðingar eru á demensøkinum í dag. Harafturat varð tosað út frá demensætlanina ”Gloymsk, men ikki gloymd” frá 2015, og hvat krevst fyri at fáa sett ætlanina endaliga í verk.

Heilsumálaráðið