Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, luttekur á árliga fundinum hjá heimsheilsustovninum WHO, har støðan um korona í høvuðsheitum verður umrøtt. Fundirnir byrjaðu í dag og halda áfram í morgin.
Eftir ætlan skuldi landsstýrismaðurin luttaka á fundunum í Genève, men vegna umstøðurnar av korona, verða fundirnir stroymdir umvegis alnótina.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at arbeitt verður framvegis við málinum um at fáa føroyskan atlimaskap í WHO, sum kann fáa jaligar fylgjur fyri tann føroyska sjúklingin og heilsuøkið sum heild.