Nýliga umrøddu landsstýrismaðurin í heilsumálum og borgarstjórarnir í Suðuroy framtíðar kommunulæknaviðurskiftini í oynni. Umrøtt varð, hvat kann gerast fyri at betra um tilboðini um heilsutænastur til borgarar í Suðuroy bæði beinanvegin og sum frálíður.
Í Suðuroynni eru fýra kommunulæknastørv. Í løtuni er bert ein kommunulækni í føstum starvi, hini størvini eru mannað við avloysarum. Kommunulæknarnir hava ført fram, at tey ynskja eitt fakligt umhvørvi, tí eru partarnir eisini samdir um, at skilabest er at hava ein heilsudepil í oynni. Á heilsudeplinum kunnu allir kommunulæknar og aðrar heilsutænastur verða samlaðar á sama stað.
Landsstýrismaðurin fegnast um semjuna, at skipa Suðuroyar læknadømið við einum heilsudepli og vónar, at broytingin í framtíðini verður til gagns fyri bæði borgarar og kommunulæknar í oynni.