Í gjár var landsstýrismaður í heilsumálum, John Johannessen, og vitjaði á Suðuroyar sjúkrahús og á Suðuroyar apoteki fyri at hitta starvsfólk og kunna seg við viðurskiftini.
Landsstýrismaðurin varð vístur runt á ymsu deildunum á sjúkrahúsinum og heilsaði uppá starvsfólkini. Sjúkrahússtjórin Ronnie Midjord greiddi saman við Hans Petur Nielsen og Jan Jespersen, yvirlæknum, væl frá um ymsu viðurskiftini á sjúkrahúsinum. Síðani varð boðið ábit og tá fingu fólk høvið at skifta orð um ymiskar framtíðarætlanir á heilsuøkinum.
Eftir at hava vitjað á sjúkrahúsinum gekk leiðin á Suðuroyar Apotek, har virkandi apotekarin og Margrét Jóhannsdóttir, væl hjálpt av øðrum starvsfólkum á apotekinum, greiddu frá um teirra virksemi. Landsstýrismaðurin fekk innlit í teirra arbeiðið og eisini góð hugskot til at menna tænastuna enn meir til suðuroyingar.