Mikudagin 30. mars 2011 var John Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í Klaksvík, har hann umframt at vitja stovnar á heilsuøkinum eisini var inni á gólvinum í býráðshúsinum, har Gunvá við Keldu tók ímóti.
John Johannesen, sum 21. februar 2011 tók við starvinum sum landsstýrismaður í heilsumálum, hevði aðalstjóran, Poul Geert Hansen, við sær á kunnandi vitjan í Klaksvík.
Á skránni vóru vitjanir á stovnum í Klaksvík undir ábyrgd landsstýrismansins, sum eitt nú eru Klaksvíkar Sjúkrahús, Norðoya Apotek, Heilsutrygd og Læknamiðstøðin. Vitjanin endaði í býráðshúsinum, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tók ímóti.
Heilsumálaráðið og kommunan eru felags um ábyrgd og umsiting av ávísum málsøkjum innan heilsumál, og nýttu landsstýrismaðurin og borgarstjórin høvið til at kunna hvønn annan og samskifta um hesi.
Læknamiðstøðin við Sandin, sum kommunan – í samstarvi við grannakommunur – fyri nøkrum árum síðan lat byggja, gevur sera góðar karmar um kommunulæknatænastuna í Norðoyggjum, og har gott samstarv er millum Heilsumálaráðið, kommununa og kommunulæknarnar. Í løtuni fer fram ein samskipan og nýskapan á læknamiðstøðini, har viðtalurnar fyri stuttum hava fingið felags telefonnummar, og ein sjúkrarøktarfrøðingur er nýliga byrjaður í starvi.
Umframt onnur viðurskifti á heilsuøkinum umrøddu partarnir Klaksvíkar Sjúkrahús. John Johannesen, landsstýrismaður, legði dent á týdningin av best møguligari gagnnýtslu av bæði fysiskum karmum og arbeiðsorkuni í tí samlaða sjúkrahúsverkinum, har hann metir at Klaksvíkar Sjúkrahús – bæði nú og í framtíðini – skal hava ein týðandi leiklut.