Heilsumálaráðið hevur sett Jóanis Erik Køtlum sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum inntil nýggjur sjúkrahússtjóri verður settur. Jóanis Erik er 44 ára gamal og útbúgvin cand.merc.
Jóanis Erik Køtlum var sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum árini 2001- 2002 og hevur síðani 2002 verið ráðgevi í Heilsumálaráðnum. Seinastu árini hevur Jóanis Erik havt strategisku ábyrgdina fyri Talgildu heilsuskipanini (THS), sum er tikin í nýtslu í sjúkrahúsverkinum og hjá kommunulæknunum.
Jóanis Erik Køtlum byrjar sum sjúkrahússtjóri mánadagin 6. september 2010.
Turid Arge, sum í fyrsta umfari hevur verið virkandi sjúkrahússtjóri, heldur áfram sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.