18.08.2010 · Heilsumálaráðið

Íslendski heilsumálaráðharrin vitjar

Íslendski heilsumálaráðharrin vitjar

Landstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen fær í kvøld vitjan av íslendska heilsumálaráðharranum, Álfheiður Ingadóttir, sum við embætisfólki vitjar í Føroyum til fríggjamorgunin.

Endamálið við vitjanini er at styrkja samstarvið á heilsuøkinum millum Føroyar og Ísland. Í hesum sambandi verður hósdagin vitjað á Landssjúkrahúsinum og Apoteksverkið.

Avtala undirskrivast
Seinnapartin hósdagin verður avtalan um føroyskt-íslendskt heilsusamstarv undirskrivað. Henda avtalan er ein rammuavtala, sum ásetir treytirnar fyri, at føroyskir sjúklingar kunnu verða sendir í viðgerð í Íslandi, umframt prísirnar fyri hvørja einstaka viðgerð.

Umframt hetta, er eisini avtala gjørd millum Landssjúkrahúsið og Landspitalið í Íslandi um samstarv. Innan fleiri serlæknaøki er samstarv skipað, har íslendskur lækni kemur til Føroya at verða avloysari.

Samstarvið millum føroyska og íslendska heilsuverkið hevur støðið i Hoyvíksáttmálanum, har lagt verður upp til, at samstarv verður skipað innan fleiri øki í samfeløgunum. Tá føroyska sendistovan lat upp í Íslandi í 2007, skrivaðu Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin undir eitt ”Letter of Intent”, um samstarv millum londini innan heilsuøkið.

Íslendskur áhugi fyri føroyskum heilivági
Álfheiður Ingadóttir og fylgi vitja eisini Apoteksverkið hósdagin. Íslendingar hava í longri tíð havt áhuga í at keypa serframleiddan sterilan heilivág úr Føroyum og sum heild at fáa eitt tættari samstarv innan hetta økið.

Enn hevur hetta ikki verið møguligt, tí føroyska heilivágsframleiðslan hevur ikki havt tær neyðugu góðkenningarnar til at útflyta, og framleiðslutólini hava ikki verið nøktandi í Føroyum. Nú er tó líkt til, at dagføringin av føroysku heilivágsframleiðsluni fer at koma upp á pláss í næstum, og tá verður eitt tættari samstarv við Ísland møguligt.

Tíðindafundur
Í sambandi við vitjanina verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum hósdagin 19. august klokkan 15.30. Tá verður avtalan um føroyskt-íslendskt heilsusamstarv undirskrivað, og íslendski ráðharrin og landsstýrismaðurin í heilsumálum fara at taka samanum dagin.