Vælkomurøðu hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, í samband við ráðstevnuna FarGen summit í Norðurlandahúsinum.
----
Góðu luttakarar, góðu áhoyrarar,
Tað er mær ein heiður at bjóða vælkomin til ein dag, har vit seta vitan um ílegur og heilsuverk á breddan.
Saman fara vit at lýða á áhugaverdar fyrilestrar á høgum altjóða støði. At altjóða viðurkendir granskarar koma henda vegin og vísa okkum ans er tekin um, at vit í Føroyum hava nakað serligt at bjóða. Tað minnir okkum á, at vit hava eitt gott heilsuverk, eitt nú við einari Talgildari Heilsuskipan, sum bindir allan okkara heilsugeira saman. Og at Føroyar er eitt áhugavert umhvørvi fyri gransking.
Samstundis er eisini eitt tekin um, at vit áhaldandi skulu minna okkum á, at vit mugu menna okkum.
Íleguøki hevur í nógv ár verið umrøtt í Føroyum og vit hava í stillum bygd upp eitt Ílegusavn og hava ein karm, Ílegulógina, til viðurskiftini á hesum øki. Eisini hava vit ment ættarbandsskránna, sum er ein týdningarmikil liður í hugsanini at arbeiða við ílegum í Føroyum.
Men vit hava eisini serligar avbjóðingar í Føroyum. Okkara serliga støða ger, at við eisini hava serligar avbjóðingar, tá talan er um sjúkur, sum eru tengdar ílegunum. Hesar sjúkur mugu vit sum samfelag sjálvi taka okkum av.
Heilsuskipanir og heilsa eru kanska størstu avbjóðingarnar hjá einum nýmótans samfelag. Í okkara føri er talan um eina almenna skipan, har øll hava javnbjóðis atgongd – tað skulu vit verða errin av. Talan er um eina skipan, sum hevur álit millum fólk – tað skulu vit eisini verða errin av.
Borgarin væntar eina góða tænastu. Og krøv eru um at heilsuverkið skal verða í støðugari menning og veita eina tænastu, sum betrast ár um ár.
Men ikki bara heilsutænastan skal betrast. Tað er eisini neyðugt at skipa eina áhaldandi menning í heilsugeiranum sum starvstað. Afturat hesum, er eisini neyðugt at fáa ment eitt meira effektivt heilsuverk.
Íleguvitan er longu ein partur av okkara heilsuverki í dag. Skelkurin kring ílegusjúkuna CTD vakti ein serligan ans fyri tí brúkbaru vitan ílegukanningar kunnu veita heilsuverkinum og harvið borgaranum.
Íleguvitan er kanska tann vitanin, sum kann lyfta heilsuverkið langt fram á leið. Ikki bara okkara heilsuverk, men heilsuverk í heila tikið. Her hevur fyrireikandi arbeiðið við FarGen staðfest, at Føroyar hóska sera væl til arbeiðið við ílegum í heilsuverkinum.
Stóra menningin á hesum øki tykist vísa, at við íleguvitan fer tað at bera til at arbeiða meira effektiv við sjúklingum, soleiðis at diagnosur setast skjótari og nágreiniligari og soleiðis gerst viðgerðin betri, skjótari og eisini bíligari.
Tað ger eisini at fáa fáa meira fyri minni.
At fáa røttu hjálpina skjótast gjørligt og at fáa sum mest fyri krónurnar er týdningarmiklar súlur í arbeiðinum við heilsunýskipan, sum eg havi sett sjøtul á í Heilsumálaráðnum. Ein onnur avgerandi súla í heilsunýskipanini er fyribyrging.
Stóra lopið er at kunna arbeiða meira og betri á fyribyrgjandi økinum. Og júst á hesum økinum eru greiðar ábendingar um, at íleguvitan kann gerast ein av berandi bjálkunum í at fyribyrgja sjúku.
Íleguvitan í heilsuverkum verður ein nýhugsan og helst verður tað tann vegin, at hendan vitanin fær stóra ávirkan á heilsubúskapin. Tann altjóða áhugi, sum longu er fyri FarGen vísir eisini, at vit her hava eitt tilfeingi, vit skulu menna og ansa væl eftir.
Tað er eingin ivi um, at vitan um ílegur er ein partur av framtíðini á heilsuøkinum. Ja, tað er ein sjálvsagdur partur av nútíðini. Og skulu vit menna okkum framhaldandi, so er hetta ein avgjørd fortreyt. Og í hesum høpi er FarGen verkætlanin er ein týðandi aktørur, sum vit skulu vera errin av og lívga um.
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum eina góða stevnu.
Takk fyri.