23.05.2011 · Heilsumálaráðið

Íblástur til vælveru- og trivnaðarár 2012

Røða sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannessen held á legu fyri brekað á Zarepta Dýra biðidag.

Góða samkoma,

Stóra takk fyri, at eg eri boðin við at siga nøkur orð á hesum fagra degi, hóast tað kanska var eitt sindur kalt við onkrum æli fyrr í morgun. Tað er júst slíkar várdagar, at tær rennur í hug hvussu fantastisk tilveran er. Tú varnast angandi blómurnar, tey spælandi børnini og smílini hjá teimum tilkomnu. Tað er júst hesar løtur, at vit kenna lívið sum eitt satt vælsignilsi.

Kendi orðsmiðurin Leonard Cohen sigur einastaðni soleiðis um tilveruna: “There is a crack in everything, that’s how the light gets in”.

Leysliga umsett er hetta ein ásannan av, at í okkum øllum búgva veikleikar og skeivleikar, sum skilja okkum frá tí, ið verður kallað “vanligt” ella “normalt”.

Men tað er júst hesin ymiskleiki, ið loyvir sólarglæmuni inn og fær okkum at grógva og mennast sum menniskju - sum eind og sum samfelag.

Orðini hjá Cohen endurspegla eisini eina rúmligheit, sum vit kenna aftur í kristna boðskapinum. At tað skal vera pláss fyri okkum øllum, og at vit skulu vera um og taka okkum av okkara smæstu. At tú skal elska tín næsta sum sjálvan teg.

Dupulta kærleiksboðið hjá Jesusi og næstakærleikin hevur eisini altíð verið hornasteinurin í virkseminum á Zarepta. Og tað er dagurin í dag eitt gott dømi um.
------
Á hvørjum ári síðani 1981 hevur Zarepta skipað fyri familjulegu í vikuskiftinum kring Dýra biðidag fyri øll, ið bera brek. Tá hava familjurnar høvið at savnast um fjølbroytt andalig og verðslig tiltøk saman við teimum, sum tey hava nakað serligt í felag við.

Sjálvandi er tað gott at kunna rúmast í samfelagnum saman við øllum øðrum, men júst hendan legan á Zarepta eina ferð um árið, er eitt serstakt høvi at hitta ung og vaksin, sum liva við teimum somu serligu avbjóðingunum, sum tú og tin familja. Her kunnu vit samskifta við fólk, sum kanska kenna gerandisdagin enn betur enn vit sjálvi, og her fáa vit eina styrki, mót og íblástur at taka heim við okkum, sum ikki kann undirmetast.

So takk skulu tit fyriskiparar hava fyri tað.
------
Íblástur til gerandisdagin. Tá eg hyggi eftir skránni í dag, so er hetta júst tað eg síggi.
Í samband við, at vit hava útrópt árið í ár sum Kostár, hava fyriskipararnir valt at seta sjóneykuna evnið kost. Hetta fegnist eg um.

Eg fari ikki at halda nakra fakliga framløgu um heilsugóðan kost og kostvanar, tí tað eru tað onnur, ið vita nógv meira um. Og tíbetur eru nøkur teirra boðin við í dag.

Men eg kann kanska siga eitt sindur um bakgrundina fyri, at vit hava valt at rópa árið Kostár.
Kagað vit í Fólkaheilsuætlanini, so eru heilsupolitisku málini, at:

• Miðað verður eftir, at øll, bæði børn og vaksin, eta heilsugóðan kost.
• Talið av føroyingum, sum viga ov nógv, skal minka munandi.
• Umstøðurnar á skúlunum til matna skulu betrast munandi.

Gallup-kanningarnar vísa, at umleið helvtin av føroyingum viga ov nógv. Sum nevnt hevur fiti og ovurvekt við sær avleiðingar fyri bæði tann einstaka og samfelagið sum heild.

Ein røð av vælferðasjúkum kunnu fyribyrgjast við sunnum kosti og sunnum livihátti. Tí er kostur ein sera týdningarmikil liður í at betra um fólkaheilsuna hjá fólki.

Vit hvørki ynskja ella kunnu kroysta fólk at eta sunt og heilsugott. Men vit kunnu eggja fólki at velja súrepli fram um kipsposan. Ella víndrúvur í staðin fyri smákøkur aftur við kaffimunninum. Túsundavís av kanningum vísa, at forboð broytir ikki atburð, men hinvegin kunnu vit sum samfelag hjálpa fólki at velja. Men vit skulu avgjørt ikki standa og peika niður á fólk!!! Tí eri eg beinleiðis ímóti.

Endamálið við Kostárinum er tí at fáa fólk at velja eitt sunnari alternativ. Heldur velja fisk, frukt og mjólk enn sodavatn, grønar keks og feitt. Tí varpa vit saman við Fólkaheilsuráðnum ljós á heilsugóðan kost í síni heild. Og við fjøbroyttum átøkum minna vit á týdningin av hesum fyri lívsgóðskuna hjá hvørjum einstakum.

Átøkini eru margfald, men snúgva seg yvirhøvur um at upplýsa, kunna og ráðgeva. Av tí at kostur hevur so stóra ávirkan á heilsuna, er tað umráðandi, at fólk fáa atgongd til holla og viðurkenda kunning um tann týdning, sum kostur hevur fyri fólkaheilsuna, hvussu tey kunnu fáa sunnari kostvanar, og hvussu tey kunnu fyribyrgja kosttengdum sjúkum.

Umframt yvirskipaðu og generellu kunningina til føroyingar ígjøgnum ymsu miðlarnar, so er ein týðandi lutur í Kostárinum at veita meiri nágreiniliga ráðgeving málrættað til ymsar málbólkar ella einstaklingar. Hesum bólti hava tit loftað so væl og virðiliga í dag, nú tit seta kikaran á kostvanar í familjum við breki.

Onnur innsatsøkir eru kostvanar hjá børnum. Økja vit um uppmerksemið hjá okkara børnum, so er nógv vunnið. Tí um tú fyrst er byrjaður at liva heilsugott, so er tað lættari at halda fast við góðu vanarnar restina av lívinum. Hetta var júst tankin aftanfyri átakið um fríska frukt til skúlabørnini, sum koyrdi fyri nøkrum árum síðani.

Endamálið skal sostatt fyrst og fremst røkkast við upplýsing og við øðrum táttum at fáa fólk at broyta hugburð. Avbjóðingin er stór, og vit koma ikki á mál eftir einum ári. Men vit kunnu leggja spírar, sum við tíðini kunnu gerast til stórar hugburðsbroytingar og heilsubetri kostvanar.
Og eg haldi, vit eiga at hava mót til at hyggja langsiktað. Tí vit síggja ikki altíð fruktirnar av átøkunum innan fólkaheilsuna fyrr enn um fleiri ár. Og tað er altíð ein avbjóðing fyri politisku skipanina, sum ber brá av at hugsa í løtuvinningi.

Øvugt, hava vit als ikki ráð bert at hugsa í løtuvinningum, tá vit tosa um heilsuna og lívsgóðskuna hjá ungum, vaksnum og eldri. Tá eru vit noydd at hugsa í heildum og hava dirvi at gera íløgur, sum ikki kasta vinning av sær í bræði.

Samanumtikið royna vit við Kostárinum at geva føroyingum nøkur góð ráð um sunnan kost heilsuni at frama. “Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga” verður sagt, og tað er í hesum anda at vit royna at vegleiða, heldur enn at fordøma.
------
Eisini er tað týdningarmikið, at vit fáa í lag samstørv og duga at samskipa tvørtur um mørk, soleiðis at boðskapurin veruliga fær fastatøkur. Í so máta er hetta tiltakið fult í tráð við hendan aðaltátt. Tað eri eg tykkum takksamur fyri.

Tiltakið hjá tykkum er júst í tráð við hugsjónina í Fólkaheilsuætlanini. Fólkaheilsuætlanin leggur nevniliga upp til, at øll luttaka virkið, bæði myndugleikar, stovnar, fyritøkur, vinnulív, ítróttarfeløg, ungmannafeløg, samkomur, ølklubbar, bindiklubbar, einstaklingar o.s.fr.
Hugsjónin leggur upp til breitt samstarv við tí felags endamáli at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum í øllum Føroyum.

Og júst hesa løtu saman við tykkum havi eg upplivað veruliga fólkaheilsu. Eg havi upplivað ómetaliga nógva lívsgleði og positivan hugburð. Tað eri eg takksamur fyri. Og eg kann avdúka, at tit hava givið mær íblástur til nýggjan tátt í fólkaheilsupolitikkinum fyri næsta ár. Vit hava havt ár, har vit hava fokuserað uppá rørslu. Vit hava havt ár við fokus uppá royking. Vit hava havt ár við fokus uppá kost. Kanska vit skulu útnevna næsta ár til at vera trivnaðar- og vælveruár, har vit fokusera uppá eitt heilsugott lív við lívsgleðini í hásæti. Júst, sum vit síggja tað her í dag.

Við hesum orðum fari eg enn einaferð at takk fyri høvið og ynskja tykkum øllum ein framhaldandi góðan dag.

Takk fyri.