Verandi skipan við heilsutrygdargjaldi verður eisini galdandi fyri 2012. Tað er greitt, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 varð almannakunngjørt seinnapartin. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur ikki, at verandi skipan er nøkur haldbar loysn.
-Eingin onnur skipan var fyrireikað at koma ístaðin fyri verandi heilsutrygdargjald, og tí gjørdist skotbráið ov stutt at gera eina nýggja skipan fyri komandi ár. Tað skal kortini ikki vera nakað dulsmál, at eg haldi, at Heilsutrygdargjaldið ikki er ein sosialt rættvís skattaskipan. Eg fari tískil at arbeiða fyri at broyta núverandi heilsutrygdargjald, so tað verður rættvísari, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Síðan heilsutrygdarlógin fór at virka, hevur heilsutrygdargjaldið ikki verið prístalsregulerað. Hesi árini eru útreiðslurnar til almenna læknahjálp og heilivág hækkaðar, og tí er neyðugt at hækka gjaldið. Hetta merkir, at mánaðargjaldið hækkar við 20 krónum úr 245 kr. til 265 kr.
Harumframt verður markið fyri egingjaldi dagført soleiðis, at tað hækkar við 100 kr. Egingjaldsárið fyri børn og ung hækkar úr 1.195 kr. til 1.295 kr. fyri eitt tilskotsár og úr 1.600 kr. til 1.700 kr. fyri tey, ið eru millum 18 ár og 67 ár. Samstundis verða tilskotsprosentini regulerað frá at verða 50 %, 75 % og 85 %, til at verða 40 %, 60 % og 75 %.
Heilsutrygdarlógin kom í staðin fyri gomlu sjúkrakassalógina, sum fór úr gildi samstundis, sum nýggja heilsutrygdarlógin kom í gildi 1. januar 2010.