Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur nú sent lógaruppskotið um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum til ummælis.
Yvirskipaða málið við lógaruppskotinum er at fáa eina skipan, sum:
- tryggjar øllum fólkum kring landið atgongd til støðugt fleiri tilboð um dygdargóðar heilsutænastur í nærumhvørvinum, og tryggjar sama høga dygdarstøði í øllum landinum,
- setur sjúklingatrygdina í hásæti, og
- skapar betri møguleikar fyri, at heilsustarvsfólk kunnu starvast og mennast í heilsufakligum umhvørvum kring landið.
Fortreytin fyri at kunna røkka hesum máli er, at verandi kommunulæknaskipan verður víðkað og ment til eina skipan við heilsutænastum og heilsumiðstøðum í heilsuøkjum kring landið.
Í heilsuøkjunum fara at verða veittar kanningar, viðgerðir, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð og ráðgeving. Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til fólk við varandi sjúkum, eldri og serligum tørvi, sum frálíður skal kunna fara fram í teirra nærumhvørvi. Viðgerðir, sum kunnu flytast, verða fluttar frá Sjúkrahúsverkinum til nærumhvørvið hjá fólki. Ymsir fakbólkar fara at starvast á heilsumiðstøðunum. Tilboðini um heilsutænastur skulu vera á sama høga dygdarstøði kring alt landið.
Nýggja lógin hevur við sær, at møguleikar fyri menning sum heild verða betri, og dentur fer at verða lagdur á, at skipanin støðugt verður dygdarment.
Tá lógin er sett í gildi verður farið undir arbeiðið at víðka og menna kommunulæknaviðtalurnar til heilsutænastur í nærumhvørvinum. Arbeiðið fer at verða gjørt stigvíst og miðvíst í samstarvið við viðkomandi partar.
Lógaruppskotið kann lesast á ummælisportalinum her – Heilsutænasturnar skulu nærri borgarunum