Tað er neyðugt við einum tættari norðurlendskum samstarvi á heilsuøkinum, um Norðanlond framhaldandi skulu ganga á odda, tá ið tað kemur til eldrarøkt og heilsu. Tað var ein av niðurstøðunum á Norðurlendsks Ráðharraráðsfundinum í Vasa í Finnland.
John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, umboðaði Føroyar á fundinum:
-Føroyar eru viðbreknar á heilsuøkinum, og tí er samstarv við onnur lond avgerandi. Hjá einum lítlum samfelag er tað av stórum týdningi, at vit hava møguleika at nema okkum vitan og royndir frá øðrum norðanlondum, so vit kunnu vera í fremstu røð, hvat viðgerðartilboðum og møguleikum viðvíkur.
Eitt ítøkiligt øki, sum bleiv umrøtt á fundinum, var heilsustøðan hjá sálarsjúkum. Sum í øðrum Norðanlondum ber til at staðfesta, at seinastu árini er eftirspurningurin eftir barna- og ungdómspsykiatri øktur munandi í Føroyum. Eins og í Føroyum er vitanin avmarkað í øðrum Norðanlondum, hví eftirspurningurin eftir barna- og ungdómspsykiatri er øktur.
-Eg eri fegin um, at Norðanlond ætla at gera ein felags norðurlendskan depil, sum skal innsavna tilfar og menna vitanina á økinum, so tiltøk kunnu setast í verk fyri at fyribyrgja sálarligar trupulleikar fyri at bøta um heilsustøðuna hjá sálarsjúkum, eisini hjá børnum og ungum. Føroyar ætla at hava ein virknan leiklut í nýggja norðurlendska heilsusamstarvinum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Allir norðurlendsku ráðharrarnir eru samdir um, at vælferðarskipanirnar framhaldandi skulu vera ein hornasteinur í okkara samfeløgum, tí tað verður avgerandi fyri dygdina og atdráttarmegina hjá Norðanlondum, at vælferðarsamfelagið framhaldandi verður bulurin í okkara samfelagsskipanum.
-Á fundinum legði eg serliga dent á, at í útjaðaraøkjum, sum í Føroyum, er tað av stórum týdningi, at vit hava góðar karmar, so okkara eldra ættarlið kann vera virki so leingi sum gjørligt. Tey eldru skulu í størst møguliga mun leggja størri dent á rørslu enn røkt, tí tað gevur eina betri lívsgóðsku og sparir eisini samfelagnum pengar, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum
Ráðharraráðsfundurin fyri almanna- og heilsupolitikk var mánadagin og týsdagin í Finnlandi, sum hevur hevur formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðum í 2011.