Føroyingar skulu fáa betur viðgerð har teir búgva. Vit skulu gerast betri at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk í heila tikið og vit skulu gerast enn betur at finna sjúkuna tíðliga, so fólk fáa skjóta hjálp. Á hendan hátt kunnu vit røkka málinum um færri innleggingar á sjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum legði fyrrapartin fram frágreiðing til aðalorðaskiftis í Løgtinginum um Heilsunýskipan.
- Stórar avbjóðingar eru fyri framman í føroyska heilsuverkinum. Demografiska gongdin við fleiri eldri merkir, at fleiri fólk við varandi sjúkum fáa tørv á heilsutænastum. Øktu krøvini frá borgarum til viðgerð knýtt saman við læknafrøðiligu og tøkniligu menningini síggjast aftur í samlaðu útreiðslunum á sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknunum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen.
Hetta eru álvarsligar rembingar, sum krevja atgerð. Vit kunnu ikki bara halda áfram at økja um útreiðslurnar til viðgerð á sjúkrahúsunum. Avbjóðingin er at hugsa øðrvísi, so vit kunnu fáa meira heilsu fyri pengarnar. Fremsta stigið er í størst møguligan mun at fyribyrgja, at fólk fáa tørv á viðgerð.
- Fólk skulu hava fleiri, betri og skjótari heilsutænastur nærri heiminum. Eitt av amboðunum verður at skipa landið í 5-7 heilsuøkir við fjøltáttaðum heilsutilboðum. Í heilsuøkjunum skulu allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram, leggur landsstýrismaðurin aftrat.
Í heilsuøkjunum verður dentur lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran. Ein stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og til eldri borgarar skal fara fram úti í økjunum.
Samstundis er tað av avgerandi týdningi, at vit framvegis menna okkara sjúkrahúsverk. Tá ein partur av viðgerðini, sum í dag er á sjúkrahúsunum, skal ganga fyri seg aðrastaðnis, verða tað samstundis størri møguleikar at velta nýggja vitan og seta í verk nýggjar serviðgerðir. Eitt nú viðgerðir, sum í dag fara fram á sjúkrahúsum uttanlands.
Í frágreiðingini um Heilsunýskipan eru fleiri aðrar ítøkiligar ætlanir um átøk, sum landsstýrismaðurin setur sjøtul á í hesum valskeiðinum, m.a.:
• Lóg um endurmenning
• Fyribyrgjandi heilsutilboð til eldri
• Skjótari og betri hjálp til fólk við psykiatriskum trupulleikum
• Heilivágsgjøgnumgongd
• Góðskutryggjan og skipað læring
Áhugað kunnu lesa meira um hesi átøk í frágreiðingini, leinkjan niðast í tíðindabrævinum.
Ein heilsupolititisk kós
Við Heilsunýskipanini setur landsstýrismaðurin eina nýggja heilsupolitiska kós. Heilsunýskipanin hevur sum endamál at fáa til vega samanhangandi heilsutænastur, sum svara til ynskini og tørvin hjá tí einstaka, og møta teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman, bæði í mun til vaksandi tal av eldri, tøkniligari menning og vaksandi krøvum til viðgerð og viðgerðarmøguleikar.
Fyri at røkka málinum um at geva føroyingum betri møguleika at liva eitt langt og heilsugott lív, má fyribyrging í sínum breiðasta týdningi setast ovast á breddan. Yvirskipað snýr tað seg um fyribyrging í hesum trimum liðum:
• Vit skulu vera enn betri at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk í heila tikið. Til tess mugu vit fokusera í nógv størri mun á heilsuframa og at fyribyrgja sjúku.
• Tá fólk kortini gerast sjúk, skulu vit við røttu viðgerðini til røttu tíð á røttum stað fyribyrgja, at fólk gerast so illa fyri, at tey noyðast á sjúkrahús. Tað er týdningarmikið, at vit finna sjúkur skjótt og seta inn við røttu hjálpini beinanvegin. Fólk eiga ikki at vera darvað óneyðugt av sjúku í teirra gerandislívi og arbeiðslívi, tí skal heilsutænastan so nær borgaranum sum gjørligt.
• Og í triðja lagi skulu vit fyribyrgja, at tey, ið verða noydd at fáa viðgerð á sjúkrahúsinum, vera innløgd aftur eftir lidna viðgerð. Tá ið læknafrøðin metir, at sjúklingurin er liðugt viðgjørdur, skal tænastan í nærumhvørvinum vera nóg dygg at taka ímóti, so menningin hjá sjúklinginum ikki heldur uppat.
Í høvuðsheitum snýr Heilsunýskipanin seg um, at heilsuverkið skal hava ein størri proaktivan leiklut í viðgerðini av fólki. Dentur skal leggjast á at skipa fyri heilsuátøkum, sum forða fyri, at fólk gerast sjúk, og ikki bert fokusera uppá at “umvæla” fólk, sum longu eru vorðin sjúk.
At veita teimum, sum gerast sjúk, viðgerð, verður framvegis ein sentral uppgáva hjá heilsuverkinum. Men skulu vit sum samfelag framvegis orka at lyfta hesa uppgávu við hægstu dygd, er neyðugt at gerast betri til tað heilsufremjandi og fyribyrgjandi arbeiðið, so tey sum hava tørv á viðgerð fáa dygdargóða viðgerð.
Frágreiðingin er tøk her
Framløgan, sum landsstýrismaðurin bar fram í Løgtinginum, er tøk her