Trygd og dygd í tænastuni er serligt fokusøki í nýggja mál- og avrikssáttmálanum millum Heilsumálaráðið og Landssjúkrahúsið. Mál- og avrikssáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá Landssjúkrahúsinum í 2014. Við hesum sáttmálanum er Heilsumálaráðið komið á mál við at gera avrikssáttmálar fyri 2014. Stutt um verksetan av trygdar- og dygdarskipan At bøta um sjúklingagongdirnar er aðalmálið í øllum virkseminum á stovninum. Áhaldandi menning av tvørfakligum og tvørsektorsamstarvi og samskifti á øllum stigum bæði uttanhýsis og innanhýsis er neyðugt at raðfesta. Sum liður í at arbeiða við at betra um sjúklingagongdir og luttøka í ‘HØST af effekter-verkætlanini’ bendir nógv á, at vit hava funnið ein hóskandi leist til at máta viðkomandi dygd í mun til ‘tí góðu sjúklingagongdina,‘ apopleksi. Komandi árið verður dentur lagdur á at arbeiða víðari við nøkrum av sjúklingagongdunum, har serliga verður hugt at kliniskum indikatorum, sum verða nýttir til at máta og betra um dygdina í heilsutænastuni. Hetta verður gjørt í samstarvi við ráðgevarnar Solvejg Kristensen og Jan Mainz frá IKAS sum í 2014 fara at gera eina uppfylgjandi kanning av “SjúklingaTrygdarMentanini”. Sí mál- og avrikssáttmálan her.