04.02.2014 · Heilsumálaráðið

Heilsumálaráðið og Heilsutrygd hava skrivað undir mál- og avrikssáttmála fyri 2014

Mál- og avrikssáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá Heilsutrygd í 2014.

Í mál- og avrikssáttmálanum er sett sum mál at gera fráboðaðar eftirlitsvitjanir hjá veitarum, luttaka í arbeiðinum at fremja tillagingar í kommunulæknaskipanini, yvirtaka umsitingina av profylaksum, gera eftirmeting av læknavaktini og luttaka í arbeiðinum í sambandi við sáttmálasamráðingar.

Sí mál- og avrikssáttmálan her.