01.04.2014 · Heilsumálaráðið

Heilsumálaráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava skrivað undir mál- og avrikssáttmála fyri 2014

Mál- og avrikssáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í 2014. Í mál- og avrikssáttmálanum er sett sum mál at stovnurin í 2014, skal luttaka í fyrireikingunum til umskipanina av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðnum til ein Fólkaheilsustovn. Sí mál- og avrikssáttmálan her.