Heilsumálaráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen, vitjaði Blákrossheimið á Nesi mánadagin.
Umframt eina rundferð á stovninum, fekk landsstýrismaðurin innlit í virksemið, sum fer fram á stovninum.
Blákrossheimið veitir hjálp og viðgerð til tey, sum hava rústrupulleikar, og familjur teirra.
Blákrossheimið samstarvar eisini við aðrar stovnar, sum til dømis psykiatriina í sjúkrahúsverkinum, barnaverndina, kriminalforsorgina og fleiri. Blákrossheimið er eisini í tøttum samstarvi við “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum veitir børnum og ungum, hvørs foreldur hava ella hava havt rústrupulleikar, sálarfrøðiliga hjálp.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er í støðugari menning og á vitjanini varð eisini víst á hvussu stovnurin ætlar at styrkja um og økja um viðgerðartilboð í framtíðini.
"Vit vóru sera glað fyri vitjanina frá Heilsumálaráðnum, har vit fingu høvi at vísa á tað arbeiðið, Blákrossheimið ger," segði Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum.
Á Blákrossheiminum starvast sálarfrøðingar, sálarviðgerðar, deildarsjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, lækni, atstøðingur, prestur, kokkur, skrivari og náttarvørðar. Viðgerðin fer fram bæði í bólkafundum og í staksamrøðum.
Dialektisk atferðarterapi - stytt DAT - er leisturin, viðgerðin í høvuðsheitum er skipað eftir. Har dentur verður lagdur á at menna nýggjar førleikar, sum kunnu geva búfólkum á Blákrossheiminum nýggjar og betri hættir at handfara kreppur, so tørvur ikki er á at rúsa seg.
Eisini verða familjusambondini hjá búfólkunum sett í miðdepilin, bæði við samrøðum har avvarðandi luttaka, og við skeiðum fyri avvarðandi. Blákrossheimið veitir eisini terapeutiska viðgerð fyri trauma, sum nógv fólk við rústrupulleikum hava upplivað og stríðast við.
Eftir viðgerðina inni á Blákrossheiminum, fáa búfólk boðið eina eftirviðgerð í 2 ár. Hetta hjálpir teimum at halda fast í nýggja rúsfría lívið.
Blákrossheimið hevur eisini serskylda viðgerð fyri ung millum 15 og 18 ár. DAT Ung er skipað eftir áðurnevnda DAT leisti og er ein ambulant viðgerð, sum fer fram í Tórshavn. Endamálið við DAT Ung er at hjálpa ungum at handfara lívið uttan rúsin og harvið fyribyrgja, at ung menna ein álvarsaman rústrupulleika.