23.05.2016 · Heilsumálaráðið

- Heilsugranskingin kanska størri týdning enn nakrantíð

- Slóðbrótandi heilsugransking er eitt fundament í okkara stremban eftir framhaldandi at røkka málinum um eitt dygdargott heilsuverk til allar føroyingar. Soleiðis segði landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum millum annað í setanarrøðu, tá Granskingardagur varð hildin á Landssjúkrahúsinum.

Røðan kann lesast í síni heild niðanfyri.

----

Røða hjá Sirið Stenberg til Granskingardagin á Landssjúkrahúsinum

Góðu tit øll,

Eg vil fyrst takka tykkum í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, sum aftur í ár við hegni hava fyriskipað tann afturvendandi Granskingardagin. Takk fyri at eg eri boðin við.

Eins og øll tey mongu sum eru komin saman her í dag, gleði eg meg at hoyra um tær spennandi verkætlanirnar, sum eru í gongd í okkara heilsuverki.

Jeg vil også byde dig – professor Jacob Kjellberg – hjertelig velkommen til Færøerne. Jeg ser frem til dit oplæg med lidt kontroversielle, men meget relevante titel: Hvad må sundhed koste?

Men áðrenn framløguna hjá Jacob Kjellberg fara vit at frætta um fleiri fjølbroyttar verkætlanir og skráin gevur eina góða mynd av tí margfaldi og kreativiteti, ið eyðkennir okkara starvsfólk í føroyska heilsuverki.

Endamálið við heilsugranskingini er at skapa úrslit, sum í síðsta enda kunnu gagna sjúklinginum. Uttan mun til um verkætlanirnar snúgva seg um ta klinisku granskingina ella at betra diagnosu- og viðgerðarhættir, at menna nýggj heilivágssløg, røkt og rehabilitering ella styrkja fyribyrging, gera betri sjúklingagongdir og so framvegis og so framvegis.

Alt er til frama fyri tænastuna til sjúklingin. Og tað snýr seg áhaldandi um at gera tænastuna enn betri. Tí er heilsugranskingin so týðandi altjóða. Men eisini her heima ger granskingin góðan mun, sum vit fara at hoyra um lítla løtu.

---

Eftir mínum tykki hevur heilsugranskingin kanska størri týdning enn nakrantíð. Ikki tykkum at siga eru avbjóðingarnar í heilsuverkinum stórar. Størstu avbjóðingarnar hjá okkum er demografiska gongdin; at vit gerast eldri og at tørvurin á heilsutænastum harvið veksur.

Tvey onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi í mun til øktu ynskini til heilsuverkið. Vit menniskju ynskja støðugt hægri dygd og nýggir viðgerðarhættir síggja áhaldandi dagsins ljós.

Samstundis er tilfeingið tepurt, og vit megna ikki at lofta øllum hesum avbjóðingum við einsamalt at koyra fleiri pengar inn í verkið. Fígging er sjálvsagt neyðug, men samstundis mugu vit menna okkum. Menna nýggjar og dygdarbetri hættir at veita okkara tænastur uppá.

Men uttan kompetent og væl útbúgvin heilsustarvsfólk ber ikki til at veita heilsutænastur. So einfalt er tað. Og í Føroyum trýtur við heilsustarvsfólki, ikki minst læknum. Heilsugranskingin er sjálvt grundarlagið undir útbúgving av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum - og heilsustarvsfólki í heila tikið – og er heilt avgerandi fyri rekruttering og menning av øllum okkara starvsfólkum.  

Slóðbrótandi heilsugransking tí eitt fundament í okkara stremban eftir framhaldandi at røkka málinum um eitt dygdargott heilsuverk til allar føroyingar.

Við øktu granskingini, viðgerðartilboðunum og somuleiðis eisini krøvunum til heilsuverkið standast eisini aðrir spurningar av meira etiskum slag. Tað sum er loysnin í dag, kann vera avbjóðingin í morgin.

Til at hjálpa okkum at viðgera hesar avbjóðingar í breiðum høpi, og til at fólksliggera etisku tvístøðurnar, sum natúrliga standast av granskingini, hava vit í hyggju at fáa sett eitt etiskt ráð. Hetta kann eisini vera við at skapa øktan áhuga og økt medvit um granskingina og fáa fólk at skifta orð um hesi viðurskifti úti í smáu heimunum kring landið. Soleiðis kann granskingin eisini gerast meira fólkslig og lættari fyri fólk at skilja.

---

Seinastu árini eru góð ting hend sum benda rætta vegin.

Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, saman við øðrum miðallongum útbúgvingum innan heilsuøki, eru fluttar á bachelorstøði. Hetta gevur atgongd til víðari lesnað á masterstøði og granskingarførleikar. Tí er hetta ein týðandi førleikamenning fyri granskingina. Førleikin at granska, lesa og brúka granskingarúrslit í arbeiðinum, umframt at kunna menna praksis, er øktur. Taða ber boð um eitt fak í menning og at framtíðar gransking kemur at røkka meira breitt í heilsuverkinum. Tað er ein fyrimunur.

Somuleiðis er tað, at vit hava fingið eina útbúgving á Setrinum innan heilsugransking, sera gleðiligt. Harvið kunnu vit menna okkum til framtíðar avbjóðingar og skapa møguleikar hjá okkara granskarum at vera meira í Føroyum, og eisini at draga fólk úr útlondum til. Bæði útisetar og fakfólk sum heild.

Heilsuverkið hevur sum høvuðsuppgávur at veita heilsutænastur. Men tað er ikki einasta týðandi uppgávan. Eg rokni við, at tað eru fá, sum geva sær far um, hvussu stóran leiklut heilsuverkið hevur sum útbúgvingarstað.

Samanumtikið er heilsuverkið eitt av okkara størstu útbúgvingarstøðum. Og við øktu granskingarmøguleikunum kunnu vit í enn størri mun skapa spennandi arbeiðspláss og vónandi eisini fólkavøkstur og trivnað í landinum, og harvið framtíðartryggja burðardygga samfelagið.

---

Í føroyska heilsugeiranum finnast ein rúgva av dugnaligum, arbeiðssomum, og ikki minst, forvitnum fólkum, sum hvønn dag arbeiða eldhugað við at greina heilsu spurningar. Spurningar sum í síðsta enda handla um lívsgóðsku, lívsinnihald. Ja, lív ella deyða.

Tað fara vit at hoyra nøkur dømi um í dag. Og tað fingu vit aftur prógv fyri fyrr í vikuni, tá Granskingarnevndin almannakunngjørdi nøvnini á teimum verkætlanum, ið høvdu fingið ein lut í stuðlinum til gransking.

Fleiri verkætlanir hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum og ilt er at koma uttanum øll tey á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Ílegusavnið, Fargen og Setrið, sum eiga týðandi leiklut í menningini av heilsugransking í Føroyum. Bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Eldhugi og eitt hjarta á røttum stað, ger tó einki einsamalt. Um glæman ikki skal slokna, so mugu røttu karmarnir vera til staðar. Umhvørvið skal skapa rúm og geva íblástur, so fólk fáa møguleikan at skapa og vera kreativ.

Eitt slíkt umhvørvi hava tit á Landssjúkrahúsinum havt dirvi at ment. Serlig Granskingarnevnd er skipað og millum annað tí standa vit her í dag og fáa kunning um eitt fjølbroytt tyssi av granskingarverkætlanum.

Men skal granskingini verða lív lagað, skulu eisini vit, ið borga fyri, skapa karmar og vísa vilja.

Nýggja samgongan vil fremja granskingini í Føroyum og millum málini í samgongskjalinum er, at: “Heilsuvísindalig gransking og førleikamenning í sjúkrahúsverkinum verður ment eins og gransking í fólkaheilsu og ílegum”.

Sum ítøkiligt dømi um hetta ikki bert eru føgur orð, men veruligar ætlanir, kann eg nevna, at vit í fíggjarkørmunum fyri 2017 hava sett pengar av til at fremja heilsugransking. Onnur átøk eru eisini í stoypuskeiðini á granskingarøkinum.

Okkara endamál skal sjálvandi altíð vera at fáa betri heilsu til borgaran. Júst sum tað er í dag. Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum ein góðan Granskingardag.

Takk fyri!