
Nú ber til at kunna seg um virksemið og politikkin hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum á enskum. Enska heimasíðan er ætlað bæði útlendingum og teimum í Føroyum, sum ikki eru so stinn í føroyskum.
Dentur hevur verið lagdur á at umseta tekstir, ið lýsa arbeiðsøkini, sum ráðið fæst við innan heilsu- og innlendismál. Eisini eru stuttir samandráttir - sonevnd abstracts - gjørdir á enskum av nýggjastu frágreiðingunum og álitunum, sum eru handað landsstýriskvinnuni seinnu árini.
Tú sleppur inn á ensku heimasíðuna við at fara á www.himr.fo og trýsta á "English Edition" ovast í høgra horni ella við at skriva www.himr.fo/en í kagaran.