Nevndin í Heilafelagnum vóru í dag á fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum.
Forkvinnan í felagnum greiddi fyrst frá endamáli og virksemi felagsins. Síðani søgdu limirnir frá egnum royndum um lívið við heilaskaða. Bæði um at liva við sjúku og um at verða avvarðandi hjá einum við heilaskaða og hvørjar avbjóðingar tey sóu og upplivdu í gerandisdegnum, m.a. í mun til manglandi samskipan ímillum geirar, sum merkir at borgarar detta niðurímillum.
Landsstýriskvinnan greiddi í hesum sambandi frá, at arbeitt verður við at fáa samskipa endurvenjingartænastuna ímillum heilsuverk, almannaverk og kommunurnar. ì viðmerking sigur Sirið Stenberg.
- Tað er altíð gevandi og hugvekjandi at møta teimum, ið brúka okkara skipanir og hava sjúkurna tætt at lívinum. Tað liggur ein stór uppgáva fyri framman at fáa bæði samskipa, og betra, tilboðini í mun til at hjálpa og stuðla okkara borgarum til ein so góðan gerandisdag sum til ber.