02.11.2015 · Heilsumálaráðið

Hátíðarhildu 40 og 50 ára starvsdagar á Umhvørvisstovuni

Hátíðarhildu 40 og 50 ára starvsdagar á Umhvørvisstovuni

- Tað er gott at uppliva, at tað ikki eru øll, ið lata seg taka av fótum av okkara grunnskygda tíðaranda, har alt snýr seg um støðugt at velja nakað nýtt, og tí ofta lata vísdómin fara.

Soleiðis segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, m.a. á hátíðarhaldi á Umhvørvisstovuni, tá Svanna Justinussen og Óli Johansen høvdu ávikavist 40 og 50 ára starvsdag.

Røðan kann lesast her.