![Hanus Toftheyggj nýggjur stjóri í Sjúkrahúsverkinum](https://landsstyri.cdn.fo/savn/mxqfp1pk/hanus-toftheyggj.png?width=1024&height=576&bgcolor=fff&rmode=crop&format=jpg&s=Tw1o4ByOPcWk1y9NFMYGuCfOdi8)
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, hevur gjørt av at seta Hanus Toftheyggj sum stjóra fyri Sjúkrahúsverkinum og sum sjúkrahússtjóra fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Hanus Toftheyggj er 37 ára gamal, er útbúgvin administratiónsbachelor í almennari fyrisiting frá VIA University College í Århus í 2013 umframt Master í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017. Hanus hevur drúgvar royndir innan almenna fyristing, har hann í 7 ár starvaðist sum fulltrúi í Almannaverkinum. Hanus hevur síðani september 2022 verið leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Hanus Toftheyggj tekur við starvinum 1. januar 2024.