04.08.2011 · Heilsumálaráðið

Hallið krevur grundleggjandi broytingar í heilsuverkinum

Harra formaður

“Vit skulu syrgja fyri, at umstøðurnar verða so góðar sum gjørligt hjá okkara ungdómi at flyta heimaftur.”

Hetta er eitt av brotunum í løgmansrøðuni. Ein setningur, sum hevur staðið í øllum løgmansrøðum tey seinastu mongu árini; eisini hjá øðrum løgmonnum. Og hesin setningur hevur verið endurtikin í hópin av røðum við ymiskum variatum frá hesum palli.

Eftir mínum tykki ber til at uppfylla hetta mál við einum eitt sindur øðrvísi setningi:

Vit skulu syrgja fyri, at Føroyar eru eitt trygt og gott nútímans vælferðarsamfelag at liva og virka í hjá tí fólki, ið her býr.

Tað er nevniliga skyldan og uppgávan hjá okkum, sum fyrisita og lóggeva at tryggja livikorini og umstøðurnar hjá borgarunum, sum búgva í hesum landinum. Hetta gera vit eftir míni sannføring best við at halda fast í, at vælferðartænasturnar hjá okkum skulu vera fult á hædd við vælferðartænasturnar í hinum Norðurlondunum. At seta okkum fyri, at Føroyar skulu vera eitt væl útbygt og nútímans samfelag á øllum økjum. Eitt samfelag, har fólk kenna seg javnsett og trygg.

Megna vit at halda fast við hetta, hava vit eisini uppfylt fyrra ynskið, um at fáa ungdómin heim aftur.
--
Fíggjarkreppan og hallið á fíggjarlógini hava verið ein avbjóðing fyri vælferðarsamfelagið, og tað hevur verið ein stór avbjóðing fyri okkum, ið umsita stóru vælferðarøkini, at tryggja eina nøktandi tænastu.

Serliga harmur eri eg um, at sum landsstýrismaður í heilsumálum fyrr í summar mátti geva boð um at avmarka talið av sjúklingaferðum uttanlands til bert at fevna um akuttar sjúklingarviðgerðir. Hetta er ikki nøktandi, men hetta var ein støða, ið roknast kundi við út frá teirri játtan, ið varð latin til endamálið í ár. Eg kann tó upplýsa, at Heilsumálaráðið í løtuni fyrireikar umbøn um eykajáttan, sum verður borin í tingið, tá landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum er klárur við næsta uppskotinum um eykajáttan í ár. Sostatt kunnu sjúklingaviðgerðirnar uttanlands aftur koma í rættlag í heyst, tá løgtingið vónandi hevur samtykt eykajáttanina.
--
Løgmaður boðar í løgmansrøðuni frá, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016. Hetta er somuleiðis breiður meiriluti fyri á Løgtingi. Tí er greitt, at tað ikki kunnu væntast óavmarkaðar játtanir til heilsuverkið næstu árini.

Hetta krevur neyva stýring, og at vit leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at vit fáa so dygdargóða heilsubót sum gjørligt, fyri so bíligan penga sum gjørligt.

Tí er neyðugt við broytingum. Tað er neyðugt at vilja broytingar, sum kunnu veita okkum eina betri tænastu. Tí, sum Eyðgunn Samuelsen, segði í røðu sínari í gjár, so hava broytingar avleiðingar, men tað hevur sanniliga eisini avleiðingar ikki at vilja broytingar.

Heilsumál er grundsúla undir einum nýmótans og tryggum vælferðarsamfelag, og er tað tí avgerandi neyðugt, at vit framhaldandi menna og útbyggja okkara heilsuverk, hóast fíggjarliga lotið enn ikki er heilt til vildar.

Heilsumál er eitt málsøki, ið kemur beinleiðis inn á lívið hjá hvørjum einstakum borgara heilt frá vøggu til grøv, frá fyrsta andadrátti til seinasta andadrátt. Og í hesum málsøki liggur skyldan at tryggja øllum eitt trygt og virkið lív.

Tí liggur ein heilt serlig ábyrgd og ein heilt serlig skylda mótvegis hvørjum einstakum borgara, at hetta málsøkið verður umsitið við ábyrgd og við virðing. Tað skal ongin ivi vera um, at allir borgarar í Føroyum, líkamikið hvar teir búgva og hvar teir annars eru á samfelagsstiganum, skulu kunna seg tryggar við heilsuverk okkara.

Sjúkrahús Føroya

At uppfylla hetta mál krevur broytingar. Tann størsta av hesum broytingum innan heilsuverkið er fráboðað í løgmansrøðuni í ár.

Fyri at tryggja eina so góða viðgerð sum gjørligt innan sjúkrahúsverkið, er neyðugt, at vit gangnýta fíggjarliga, tólbúnaðarliga og vitnanartilfeingið nóg væl. Hetta krevur munandi broytingar, sum vit mugu tora at gera.

Vit eiga í hesum sambandi at savna okkara trý smáu sjúkrahús í eittans sjúkrahús staðsett á trimum støðum. Sostatt verður talan ikki um at leggja tey bæði smærru sjúkrahúsini undir Landssjúkrahúsið, men at fara burtur frá verandi bygnaði og skipa eitt nýtt Sjúkrahús Føroya. Heldur ikki verður talan um at máa støðið undan sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroynni, og tøma tey fyri virksemi. Tvørturímóti verður talan um at gagnnýta tey enn betur enn í dag.

Endamálið við hesi leiðslubroyting er:
• at optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, sum millum annað fer at merkja, at virksemið økist og verður meira støðugt í øllum sjúkrahúsverkinum,
• at fáa sjúkrahúsverkið at virka sum eina eind við einari leiðslu, har tað verður tryggjað ein greið eintýðug leiðsluábyrgd fyri nýggja Sjúkrahús Føroya,
• at tilfeingið (fíggjarliga tilfeingið, starvsfólk, hølir og útbúnaður) verður gagnnýtt so rationelt sum gjørligt,
• at tryggja eina felags og miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging fyri alt sjúkrahúsverkið,
• at tryggja eina greiða, tvørgangandi- og samanhangandi skipan í sjúkrahúsverkinum við atliti at sjúklingagongdum v.m.,
• at rætturin sum útbúgvingarstað fyri yngri læknar og kommunulæknar kemur at fevna um alt Sjúkrahús Føroya og ikki bert verandi Landssjúkrahús,
• at allir sjúklingar verða ávístir til sama sjúkrahús; nevniliga Sjúkrahús Føroya, sum síðani sendir sjúklingin víðari á rætta stað, alt eftir tørvi á viðgerð, gagnnýtslu av tilfeingi o.s.fr. Hetta fer at merkja styttri bíðirøðir fyri sjúklingin.

Heilsudeplar
Afturat hesi broyting, eiga vit eisini at gera broytingar í tí, sum vit í dag kenna sum kommunulæknaskipanina.

Fyri at tryggja borgarunum enn betri heilsutænastur í nærumhvørvinum, eiga vit at skipa landið í heilsuøki og savna heilsufakligu tilboðini í lokal heilsuhús. Hetta merkir, at vit ganga burtur frá traditionellu kommunulæknaviðtalunum, sum vit kenna tær í dag. Í staðin fáa vit breiðari heilsufaklig tilboð við kommunulæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fysioterapi og øðrum viðgerðum í heilsuhúsunum.

Ambulant viðgerð av fólki við kroniskari sjúku eigur eisini í ávísum mun at verða flutt frá sjúkrahúsunum út í heilsuøkini, soleiðis at sjúklingarnir fáa eitt munandi betri tilboð. Sum dømi kann nevnast, at diabetesambulatorini eiga at verða løgd út í heilsuhúsini.

Í hesum sambandi hava landsstýriskvinnan í almannamálum og eg umrøtt møguleikan at flyta skipanina við Heimasjúkrarøktarfrøðingum frá Almannamálaráðnum til Heilsumálaráðið, fyri at gerast partur av hesi skipan. Hugsast kann eisini, at júst hesin bólkur kann virka sum ein eftirlitsfunktión við eldraøkinum, um eldraøkið sambært kommunureforminum verður flutt út á kommunurnar at umsita.
--
Tað liggja eisini aðrar broytingar innan heilsuverkið fyri framman nú í heyst.

Sjúklingakærur
Lógin um sjúklingakærur er løgd fyri løgtingið og kemur til viðgerðar í næstum. Hetta er kollvetandi broyting í mun til støðuna í dag. Hendan skipanin gevur sjúklinginum størri rættindi enn hann hevur í dag. Eitt nýtt í hesi lógini er ein sjúklingatryggingarskipan, og ein skipan, har tað verður veitt endurgjald fyri heilivágsskaðar.

Nýtt sjúklingahotell
Arbeitt verður av øllum alvi at fáa til vega nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, sum verður bygt til endamálið. Landsstýrismaðurin og Heilsumálaráðið halda fram við ætlanini at útvega nýbygt sjúklingahotell í Keypmannahavn, sum skal vera klárt at taka í nýtslu í 2013. Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at hendan ætlanin verður framd í verki, og at hetta verður gjørt innan fyri verandi fíggjarkarm.

Heilsutrygd umvegis skattin
Avgerð er eisini tikin um, at heilsutrygdargjaldið frá 1. Januar 2012 verður tikið inn umvegis skattin. Tá verður talan um eina enn meira solidariska skipan, enn vit hava í dag.
--
Fleiri fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV
Í 2012 verður tilboðið um ókeypis kopping fyri HPV, rópt kopping móti lívmóðurhálskrabba, víðkað til eisini at fevna um tær 12 ára gomlu genturnar. Tað merkir, at umleið 350 gentur afturat fáa møguleikan at lata seg koppseta ókeypis, tá ið tær eru fyltar 12.

Sjúkrahúsini

Stóra verkætlanin við útbyggingini og nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum heldur fram. Komandi árið verður millum annað gjørt klárt til byggingina av einum nýggjum Psykiatrisku depli, sum eftir ætlan skal liggja oman móti sjóvarmálanum. Eisini eru 11,2 mió. krónur settar av til munandi dagføringar av Klaksvíkar sjúkrahúsi. Suðuroyar sjúkrahús hevur fingið játtan at gera umvælingar lidnar, sum eru í gongd.

Játtanin til raksturin til sjúkrahúsini er á leið tann sama sum í 2011. Arbeitt verður framhaldandi miðvíst við at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum, við tí fyri eygað at varðveita og støðugt menna tænastuna til sjúklingin. Hesa tilgongd ætlar landsstýrismaðurin sær at leggja stóran dent á komandi tíðina, so samlaða sjúkrahúsverkið verður gangnnýtt optimalt og sjúklingurin harvið merkir, at bíðirøðirnar at sleppa framat til viðgerð verða styttri.