Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur avgjørt at seta Guðrið Andorsdóttir í starv sum nýggjur stjóri á Ílegusavninum.
Guðrið Andorsdóttir er 52 ára gomul og útbúgvin cand. scient. frá Universitetinum í Oslo.
Guðrið hevur drúgvar starvsroyndir sum leiðari á góðskudeildini hjá Faroe Seafood og Fiskavirking tey seinastu 17 árini. Hon hevur harumframt 5 ára royndir frá granskingarstarvi í Noregi og Føroyum. Somuleiðis hevur Guðrið sitið í Granskingarráðnum í 10 ár og er stýrislimur í Vinnuframagrunninum.
Guðrið Andorsdóttir byrjar í starvinum sum stjóri á Ílegusavninum tann 1. mars.