Seinnapartin hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, havt vitjan av grønlendska heilsumálaráðharranum Agate Fontain. Orsøkin til vitjanina er, at grønlendska heilsumálaráðið hevur stóran áhuga í talgildu heilsuskipanini (THS), sum verður nýtt í føroyska heilsuverkinum.
- THS skipanin er ein sólskinssøga, sum útlendingar hava varnast. Bæði íslendingar og grønlendingar eru áhugaðir í skipanini og umhugsa at seta hana í verk. Á fundinum í dag vildi grønlendska sendinevndin hava nærri at vita, hvussu skipanin riggar og hvat skal til fyri at seta hana í verk, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Fyri at fáa nærri at vita, hvussu THS skipanin virkar í Føroyum skal grønlendski heilsumálaráðharrin og hennara sendinevnd vitja kommunulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum og fyrrapartin í morgin verður rundvísing á Landssjúkrahúsinum.
THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum verða tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatorium ella verður innlagdur á einum av teimum trimum sjúkrahúsum.